Her er kappingartilmæli SSF, sum ment í samstarvi við føroysku svimjifeløgini og almennu coronaráðgevingina. Hartil tilfar ið meira nágreiniliga vísir hvussu vit ætla at gera nú í sambandi við Aldursbólkameistarastevnuna 2020, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 30. og 31. mai.
Kappingartilmælið
- Vit fylgja øllum almennum tilmælum, sí https://corona.fo/tilmaeli
- Fokus er á at stytta um tíðina sum fólk eru saman, eisini ísv yvirnátting og ferðing
- Øll hava minst møguligu manning, so at samlaði hópurin er so lítil sum gjørligt
- Um nøkur kunnu isolerast frá restini alla stevnuna, so eru hesi serstakur hópur
- Eingin eigur at vera á stevnuni ið følir tað allarminsta ið kann benda á smittusjúku
- Nýtslurúm verða vandaliga ruddað og vaskað áðrenn og aftaná hvønn stevnupart
- Hurðar skulu so vítt gjørligt ikki krevja at man tekur í tær, til at koma har ein skal
- Gonguleiðir verða so vítt gjørligt skipaðar til einvegis ferðslu, og uttan trongar
- Tryggjað verður at øll hava nøktandi pláss til sítt í høllini, og egnan stól
- Einki óneyðugt eigur at vera frammi í høllini, serliga av tí sum fólk kunnu taka í
- Einans éitt fólk handfarir hvørja neyðuga útgerð, so sum stopp-up og teldur
- Vesi verða útgjørd við spritti og eingangsserviettum
- Øll spritta hendurnar tá ið tey koma í høllina, og síðani við jøvnum millumbili
- Øll goyma alt sítt í persónligum taskum, tá ið tað ikki er í nýtslu
- Tilmælda frástøða skal haldast allastaðni, íroknað í hylinum
- Upphitingin verður skipað so at til ber at halda tilmældu frástøðu
- Startskamlar verða sprittaðir millum hvør start, har svimjararnir taka fatt
- Øll handan verður skipað so at fólk heldur taka t.d. heiðursmerkir, startlistar, …
- Frámerkt verður væl um alt hetta ymiska, t.d. við skelting og frámerking á gólvinum
- Serlig hjálparfólk (‘ørnir’) verða á lyklastøðum í høllini, til at hjálpa svimjarunum á leið
Hallarinnrætting ísv ABMS 2020
Reytt er svimjaraøki, grønt er dómaraøki
- Svimjararnir ganga gjøgnum sjálvvirkandi hurðar inn í høllina (1)
- Svimjararnir hava hvør sítt skáp í skiftirúmunum (2)
- Svimjararnir ansa eftir at halda neyðuga frástøðu í brúsurúmunum (3)
- Økið við lítlu hyljarnar er egentliga uppihaldsrúmið, við stóli til hvønn svimjara (4)
- Eitt hjálparfólk heintar upp til 6 svimjarar inn í ‘first call room’, tá tíðin er komin (5)
- Hesi upp til 6 fara síðani víðari til ‘last call room’ (6), tá ið tað er tómt
- Eitt annað hjálparfólk stýrir ferðsluni frá ‘last call room’ til kapping og út aftur
- Hesi upp til 6 fara so inn at kappast (7), tá ið hjálparfólkið har gevur boð um tað
- Aftaná kapping bíða tey við kavingarhylin (8), til kappingin er liðug (t.d. 50 frí dreingir)
- Síðani verða heiðursmerkjavinnarar funnir, og róptir yvir til hylin at taka síni h.merkir
- Og síðani ganga tey øll út sum hava svomið hesa kapping (t.d. 50 frí dreingir)
- Og soleiðis verður gingið éin veg alla stevnuna, gjøgnum økir 1-2-3-4-5-6-7-8
- Einasta undantak er hurðin millum ‘last call room’ og kappingarhyl; har má skipast
- Dómarnir eiga at kunna hava grønu økini heilt fyri seg sjálvi
- Einasta undantak til hetta, er økið við startskamlarnar; har má aftur skipast
- Einans venjararnir kunnu standa frammanfyri kantinurútarnar og hyggja at / heppa
- Annars er eingin runt hylin; bara upp til 13 dómarar, 6 venjarar, og 6 svimjarar
Gevið gætur at hetta tilfar varð framleitt meðan almenna tilmælið enn var at vit kundu vera í mesta lagi 50 fólk í høllini, uttan áskoðarar. Tí er væl hugsandi at vit fara at loyva fleiri fólkum inn í høllina, serliga til at fáa stevnuna at glíða lættari, men tó sjálvsagt enn so at øll almenn tilmæli verða fylgd.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur