Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 16. mai 2020 sín árliga aðalfund, á Parnassinum á Hotel Hafnia. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av nevndarlimum, har Sørin S. Djurhuus og Eyðun Húsgarð stóðu fyri vali, umframt formaðurin Rókur í Jákupsstovu. Allir tríggir vórðu afturvaldir.
Starvsnevndin hevði sum innkomið mál, at broyta lógina fyri Svimjisamband Føroya so at hon eisini nevnir okkara atlimaskap í evropeiska og altjóða lívbjargingarsambondunum ILS/ILSE. Hetta varð samtykt.
Aftaná sjálvan aðalfundin var ein lítil eykafundur til at viðgera, hvussu vit ætla at gera í sambandi við næstkomandi Aldursbólkameistarastevnu í Tórshavn hin 30. og 31. mai 2020, so at vit yvirhalda almennu tilmælini til at umganga coronasmittu, umframt okkara egnu kappingartilmæli sum avtalað við coronaráðgevingina í gjár.
Parnassið á Hotel Hafnia var valt til at tryggja neyðugu frástøðu, eisini nú í sambandi við aðalfundin, og riggaði tað óføra gott.
Her niðanfyri er formansfrágreiðingin umframt roknskapur SSF fyri 2019.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur í Jákupsstovu