Góðu svimjifeløg
Um nakar skuldi ivast, so taka vit í Svimjisambandi Føroya sjálvsagt fult undir við tilmæli ÍSF um at steðga við øllum ítróttarvirksemi í fyribils tvær vikur, sum lýst á heimasíðum ÍSF og SSF:
- https://isf.fo/isf-maelir-til-at-stedga-ollum-itrottavirksemi-i-tvaer-vikur/
- https://ssf.fo/2020/03/12/isf-maelir-til-at-stedga-ollum-itrottavirksemi-i-tvaer-vikur/
Tað vil siga eingin venjing, eingin kapping og ongi tiltøk annars har menniskju møtast, óansæð aldursbólk ella støði.
Hetta er ein sera trupul støða fyri okkara íðkarar, sum í langa tíð hava vant miðvíst og hart, fyri síðani soleiðis at verða slept uppá fjall.
Og hetta er stressandi fyri eisini okkum venjarar og leiðarar, ið hava brúkt tíð og orku uppá hesi mongu, fyri nú at standa við ongum.
Svimjisambandið kann tó illa annað enn at fylgja teimum tilmælum sum myndugleikar og ÍSF koma við, og so má ítrótturin koma í aðru ella triðju rekkju.
Í løtuni er óvist hvussu verður við teimum stevnum sum vit miða ímóti í summar, so sum EM í Budapest, EJM í Aberdeen, NMU í Kaunas umframt okkara egnu ABMS og FM á langgeil.
Hartil er tað støðan við avlýsing av Danish Open, har danir nú royna at finna eina loysn til í seinasta lagi nú hósdagin hin 19. mars, til hvussu ein nú kann kvalifisera seg til OL í Tokyo.
Vit í SSF hava gjørt vart við okkum, at minna á okkara svimjarar, við uppskoti at kanska FM á langgeil kann verða okkara OL-úttøkustevna. Danir hava svarað, at teir hugsa um eisini okkum.
Haldið fast – Um ikki annað, so eru vit saman um hetta.
Við svimjikvøðu
Starvsnevnd SSF