Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at taka út teir svimjarar til EvropaMeistarastevnuna á stuttgeil 2019 sum hava klárað til hesa stevnu, umframt ein seniorsvimjara afturat fyri úrslit yvir 700 FINA stig í hesi árshálvu. EM á stuttgeil 2019 verður í Glasgow í Skotlandi hin 4. til 8. desember 2019.
Tey úttiknu eru hesi:
- Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
- Róland Toftum (1996), Suðuroyar Svimjifelag
- Signhild Joensen (2000), Ægir
- Vár E. Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
Vit vita tó longu at Óli Mortensen hevur givið avboð til NM og EM á stuttgeil 2019, og at tey tí verða trý sum fara til Glasgow.
Venjari verður Panagiotis Christou
Ferðaleiðari verður Rókur í Jákupsstovu
Vegna SSF
Rókur