Teir báðir Djóni Dalsgarð og Sørin S. Djurhuus eru komnir fram til Durban í Suðurafrika, har altjóða lívbjargingarsambandið ILS í gjár og í dag skipa fyri ársfundi, og frá í morgin fram til og við hósdagin fyri altjóða ráðstevnu um fyribyrging av druknivanlukkum.
Á myndunum niðanfyri eru tað ILS-forsetin Graham Ford og ILSE-forsetin Detlev Mohr sum handað ILS-flaggið til SSF-aðalskriva Djóna Dalsgarð og SSF-nevnarlim Sørin S. Djurhuus, í sambandi við at Svimjisamband Føroya nú er limur í eisini hesum felagsskapum.
Kristiina Heinonen úr Finnlandi eigur myndirnar.