Sørin og Djóni á norðurlendskum ársfundi í Svøríki

Teir báðir Sørin S. Djurhuus og Djóni Dalsgarð luttaka í hesum døgum vegna Svimjisamband Føroya á ársfundinum hjá norðurlendska lívbjargingarfelagsskapinum “the Nordic Lifesaving Group (NLG)”, sum er í Stokkhólmi í Svøríki.

Djoni talar á NLG-fundinum 2019. Sørin S. Djurhuus eigur myndina

Hetta er árligur fundur sum í ár er eitt sindur serligur, við tað at fleiri av teimum, íroknað Sørin og Djóni, eftir fundin fara víðari til “The World Conference on Drowning Prevention“, sum í ár er í Durban í Suðurafrika.

Á hesum ársfundi í Svøríki eru serliga framløgur á skrá, har ymisku londini leggja fram um sítt virksemi farna árið, og annars geva hvørjum øðrum góð ráð um hvussu druknivanlukkur best kunnu fyribyrgjast. Í ár hevur viðgerðin serliga verið um marknaðarføring umvegis sosialu miðlarnar.

Í Suðurafrika verður tað serliga, at Svimjisamband Føroya síðani seinasta ársfund hjá altjóða lívbjargingarsambandinum ILS hevur fingið atlimaskap – gott nokk enn bara sum ‘korresponderandi limur’, men við vón um ein dag at verða fullgyldugur limur. Tað sum serliga liggur í buktini, er sum vanligt at Føroyar ikki eru eitt sjálvstøðugt land.

Tí eru vit ikki á listunum hjá altjóða olympisku nevndini IOC og sameindu tjóða ST, og tí verður okkara umsókn um fullgyldugan limaskap í øllum førum fyribils avvíst.

Vit í Svimjisambandinum hava tó ikki mist alla vón, um ein dag at fáa fullan limskap í eisini hesum felagsskapi, og meta at vit betur fáa arbeitt fram ímóti hesum máli, við hesum atlimaskapi heldur enn at standa púra uttanfyri.

Tí luttaka vit eisini heilhjartað, til vónandi at gera vart við okkum uppá ein jaligan hátt, samstundis sum vit við atlimaskapinum fáa atgongd til tilfar og møguleikar sum vit annars ikki høvdu havt, til at betra um støðuna við druknivanlukkum í Føroyum.

Hon er nevniliga ikki heilt góð – Djóni og Sørin hava nýggjastu tøl frá landslæknanum við til Svøríkis, og benda hesi á at okkara støða við 4 druknivanlukkum per 100.000 fólk er á leið við Bangladesh, og greitt vánaligast millum norðurlond.

Vegna SSF

Rókur

This entry was posted in Felagsskapur. Bookmark the permalink.