Tað gekk bara upp á stás hjá føroysku svimjarunum, hendan fyrsta dagin á Oyggjaleikum 2019 á Gibraltar. Tilsamans vunnu tey eini 4 gull, 1 silvur og 3 bronsur, og settu eini 2 føroysk met og 2 landsliðsmet, umframt at fleiri teirra settu persónlig met.
- Óli Mortensen gull í 1500 frí
- Vár E. Eidesgaard gull og Rebekka Trygvadóttir bronsu í 400 blandað
- Óli Mortensen silvur í 200 firvald
- Róland Toftum gull og føroyskt met í 100 bringu
- Vár E. Eidesgaard gull og føroyskt met í 200 frí
- Alvi Hjelm bronsu í 200 blandað
- Føroyar bronsu og landsliðsmet í 4×50 frí fyri kvinnur
- Føroyar landsliðsmet í 4×50 blandað fyri menn