Svimjisamband Føroya fekk nú fríggjadagin váttan um upptøku í altjóða svimjisambandinum ILS, og er tí at finna millum limirnar á heimasíðu sambandsins ilsf.org. Við hesum fylgir limaskapur eisini í evropeisku deildini ILSE.
Talan er tíverri enn bara um atlimaskap, tí at vit sambært galdandi “bye-laws” reglum hjá ILS ikki kunnu fáa fullan limaskap, fyrr enn Føroyar eru limir í ST ella í minsta lagi hava OL-limaskap.
Men, tey kenna til okkara ynski um fullan limaskap, og eru opin fyri í framtíðini at taka hetta upp til viðgerðar aftur.
Tað sum vit her og nú vinna við limaskapi í ILS, er serliga atgongd til teirra altjóða lívbjargingarprógv, umframt sjálvsagda atgongd til teirra útbúgvingar og ráðstevnur.
Í prinsippinum kunnu vit nú umhugsa eisini at luttaka í teimum kappingum sum ILS og ILSE fyriskipa, men er tað eitt sindur meira fjart.
Tað er ymiskt frá landi til lands, í hvønn mun svimjing og lívbjarging er undir sama hatti. Í til dømis Noregi eru tað ymiskir felagsskapir sum taka sær av hesum báðum viðurskiftum, meðan tað til dømis í Danmark og Italia eru somu felagsskapir.
Her í Føroyum gleðast vit í Svimjisambandinum um at hava fingið hetta upp á pláss, eisini nú evropeisku felagsskapirnir báðir, LEN og ILSE, eru farnir undir eitt felags átak til at betra um svimjiførleikan í Evropa, til eisini tann vegin at minka um druknitíttleikan.
Vegna SSF
Rókur