Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at taka út tríggjar svimjarar til Heimsmeistarastevnuna í svimjing (á langgeil) 2019, sum verður í Gwangju í Suðurkorea frá 21. til 28. juli 2019.

Image courtesy of Steve46814/Wikimedia Commons, CC BY-SA 3.0
Svimjararnir eru:
- Signhild Joensen (2000), Ægir
- Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
- Alvi Hjelm (1996), Havnar Svimjifelag
Signhild og Óli hava klárað ásettu kravtíðir til hesa stevnu, meðan Alvi er eyka úttikin vegna góð úrslit í hesi svimjihálvu.
Ferðaleiðari verður Lis Gøthe í Jákupsstovu, og venjari Juan Jaime Arroyo Toledo.
Afturat teimum verður undirritaði Rókur í Jákupsstovu við á ferðini, vegna aðalfund hjá FINA í Gwangju hin 19. juli.
Vegna SSF
Rókur