Her eru donsku kravtíðirnar til OL 2020

Dansk Svømmeunion hevur í morgun kunngjørt kravtíðarskipanina til Olympisku Leikir í Tokyo 2020, ið sum kunnugt eisini er galdandi fyri teir føroyingar sum ætla sær til OL 2020. Sí svoem.org

Serliga nevnivert er at HM 2019 í Gwangju ikki er kravtíðarstevna til OL, og eiheldur EM í Budapest í mai 2020, men í staðin bara Danish Open 2020 og Swim Open Stockholm 2020 í mars/apríl 2020.

Donsku kravtíðirnar til OL 2020

Einstaklingar Menn Kvinnur
50 frí 00:22.01 00:24.77
100 frí 00:48.57 00:54.38
200 frí 01:47.02 01:57.28
400 frí 03:46.78 04:07.90
800 frí 07:54.31 08:33.36
1500 frí 15:00.99 16:32.04
100 rygg 00:53.85 01:00.25
200 rygg 01:57.50 02:10.39
100 bringa 00:59.93 01:07.07
200 bringa 02:10.35 02:25.52
100 firvald 00:51.96 00:57.92
200 firvald 01:56.48 02:08.43
200 blandað 01:59.67 02:12.56
400 blandað 04:15.84 04:38.53

SSF og ÍSF vóru til OL í 2012 hoyringspartur í sambandi við donsku kravtíðarskipanina, men var hesin rættur gloymdur til OL í 2016, og síðani sleptur til OL 2020. Tí er tað fyrst nú at vit í SSF kenna skipanina.

Tí eru vit eisini í teirri heldur løgnu støðu, at hóast FM á langgeil 2019 er góðkend av altjóða svimjisambandinum FINA sum úttøkustevna til OL 2020, so ber ikki til hjá okkum ella dønum at royna har.

Kravtíðirnar skulu klárast á einari av hasum báðum stevnum, og tað er tí líkamikið um svomið verður líka skjótt ella skjótari á øðrum stevnum í kravtíðarskeiðnum hjá FINA frá 1. mars 2019 til 29. juni 2020, íroknað á nevndu HM og EM.

Og, kravtíðirnar hjá dønum eru í flestu førum væl harðari enn tær A-kravtíðir sum FINA hevur ásett til OL 2020, og tá sjálvsagt nógv harðari enn B-kravtíðirnar sum eru ætlaðar til lond sum Føroyar.

Hetta er sum so einki at gera við, soleiðis sum støðan er, og mugu føroysku svimjararnir tí bara royna tað teir kunnu, til at klára donsku kravtíðirnar. Soleiðis sum vit eisini væntaðu.

Men, føroyski OL-limaskapurin kann ikki koma nóg skjótt.

This entry was posted in Kapping and tagged , . Bookmark the permalink.