Um tú ætlar tær við á FINA dómaraskeiðið hin 22. til 24. mars 2019, og ikki hevur meldað til enn, so er tað nú at tað má gerast – í øllum førum um tú ætlar at fáa bjóðað mat og/ella innivist.
Tilmeldingarskjalið er her
Til nú eru tey 30 sum hava meldað til, sum er OK í mun til minstakravið frá FINA á 10 luttakarar, ynskið hjá okkum um í minsta lagi 15 luttakarar, og vónina um at fáa kanska upp til 30 luttakarar.
Gevið gætur at skeiðið er fyri teimum sum eisini til tíðir verða kallaði fyri ‘hjálparfólk’, íroknað tíðtakarar, vendi- og svimjidómarar, og at “dómari” sostatt ikki skal skiljast sum “yvirdómari”.
Feløgini kunnu vitna frá svimjiráðstevnuni í Vági í vikuskiftinum, at vit øll ynskja at betra um umstøðurnar hjá hesum sera týðandi parti av føroyskari svimjing, so at tey trívast og koma aftur.
Hetta skeiðið verður uttan iva óført, nú vit fáa ein hin royndasta dómara yvirhøvur til Føroya, sum til dømis skipaði fyri svimjistevnuni á OL í 2012 og 2016.
Og tit skulu ikki vænta at tað verður aftur soleiðis í bræði.
Meldið til !
Rókur