Óli og Alvi kláraðu eisini kravtíð til BSF 2019

Eg gjørdi tíverri eitt mistak, sunnudagin, at yvirsíggja útisetarnar báðar, Óla Mortensen og Alva Hjelm, í sambandi við úttøku til Bergen Swim Festival 2019, hóast at teir vóru rættstundis fráboðaðir at hava klárað kravtíð. Tað vil siga, at har áttu at verið 16 svimjarar úttiknir:

  • Alvi Hjelm (1996), HS
  • Barbara Debes (2000), Ægir
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Birita Debes (1995), FLOT
  • Eyðrið Mortensen (2003), HS
  • Johan N. Dam (2002), HS
  • Kristina í Skála (2005), HS
  • Óli Mortensen (1996), HS
  • Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir
  • Rói Bech (2001), SuSvim
  • Rókur Trygvason (2000), Ægir
  • Róland Toftum (1998), SuSvim
  • Sára R. Nysted (2001), SuSvim
  • Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS

Teir báðir Óli og Alvi velja tó mest sannlíkt heldur at kappast við danska felagi sínum ‘á heimabana’ á Danish Open 2019, sum er sama vikuskifti sum Bergen Swim Festival 2019. Men orsaka allíkavæl.

Rókur

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.