Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SuSvim Open 2019, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin og sunnudagin hin 23. og 24. februar 2019. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á SwimRankings.
- Úrslit í txt-sniði: susvim-stevna-feb-2019-urslit.txt
- Úrslit í html-sniði: susvim-stevna-feb-2019-urslit.html
- Úrslit í re-sniði: RE190223.txt
- Úrslit í lef-sniði: Results_Vagur_2019-02-23.lef
Tilsamans vóru tey 97 íðkarar og 18 lið úr 6 feløgum sum kappaðust 601 ferðir í 36 kappingum, hesar báðar dagarnar í Vági.
Juniormet til HS
Skjótastu dreingir hjá HS megnaðu at seta nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing, við tíðini 3:55.27 har metið hjá Ægir frá FM á langgeil í fjør var 3:57.26
HS vann stiga-kappingina
Havnar Svimjfelag vann kappingina um stig sum høvuðsvenjarin hjá Suðuroyar Svimjifelag hevði gjørt til høvið, sí viðfestu fílu
susvim-stevna-feb-2018-stig.pdf
14 úttikin til Bergen Swim Festival 2019
Hesi 14 vórðu lisin upp beint aftaná síðstu liðkapping, sum tey ið hava klárað kravtíð til Bergen Swim Festival 2019.
- Barbara Debes (2000), Ægir
- Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
- Birita Debes (1995), FLOT
- Eyðrið Mortensen (2003), HS
- Johan N. Dam (2002), HS
- Kristina í Skála (2005), HS
- Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir
- Rói Bech (2001), SuSvim
- Rókur Trygvason (2000), Ægir
- Róland Toftum (1998), SuSvim
- Sára R. Nysted (2001), SuSvim
- Signhild Joensen (2000), Ægir
- Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir
- Vár E. Eidesgaard (2001), HS
Ægir vann flest heiðursmerki
Felag | Gull | Silvur | Bronsa | Íalt |
---|---|---|---|---|
Ægir | 19 | 9 | 6 | 34 |
HS | 11 | 18 | 10 | 39 |
SuSvim | 5 | 7 | 15 | 27 |
Reysti | – | – | 1 | 1 |
FS | – | – | – | – |
FLOT | – | – | – |
Signhild og Róland høvdu frægastu avrik
Menn
- Róland Toftum (1998), SuSvim 29.56 og 676 FINA stig í 50 bringu
- Johan N. Dam (2002), HS 4:15.95 og 635 FINA stig í 400 frí
- Rókur Trygvason (2000), Ægir 54.81 og 626 FINA stig í 100 frí
Kvinnur
- Signhild Joensen (2000), Ægir 1:04.92 og 716 FINA stig í 100 rygg
- Vár E. Eidesgaard (2001), HS 17:46.62 og 653 FINA stig í 1500 frí
- Barbara Debes (2000), Ægir 2:12.91 og 614 FINA stig í 200 frí