Her er tilmeldingarskjalið í sambandi við FINA dómaraskeiðið í Tórshavn hin 22. til 24. mars 2019, sum SSF og FINA skipa fyri undir leiðslu av altjóða yvirdómaranum Søren Korbo.
Sí viðfestu skrá, vit vóna at síggja millum 20 og 30 av okkara trúføstu dómarum á hesum skeiði, sum ikki vóru á tilsvarandi skeiði í 2013.
SSF og FINA bjóða skeiðið fyri einki, umframt at SSF skipar fyri mat til allan hópin, og og innivist til tey úr feløgunum av bygd sum hava tørv fyri hesum.
Skrá í pdf-sniði: FINA-Swimming-Clinics-for-Officials-FAR-2019.pdf