GSSE í Montenegro27. mai – 1. juniEL í Minsk, Hvítarusslandi21. – 30. juniEJM í Kazan, Russlandi3. – 7. juli- Oyggjaleikum á Gibraltar 6. – 12. juli
- NMU í Vejle, Danmark 13. – 14. juli
- HM í Gwangju, Suðurkorea 12. – 28. juli
- EYOF í Baku, Aserbadjan 20. – 28. juli
- HMJ í Budapest, Ungarn 20. – 25. august
Føroyar kunnu nú luttaka á Evropeiskum Leikum
Sum tit kunnu lesa í øllum førum her á portal.fo umframt her á heimasíðu ÍSF, so hevur Evropeiska Olympiska Nevndin nú givið Føroyum loyvi at luttaka á tveimum leikum teirra, og tað væl at merkja undir føroyskum flaggi.
Talan er um European Games og European Youth Olympic Games, har hin fyrra eru teir Evropeisku Leikir sum vit føroysku svimjarar luttóku í undir EOC-flaggi í Baku í 2015, og hinir eru Evropeisku Leikir fyri Ung.
Í ár eru Evropeisku Leikirnir í Minsk í Hvítarusslandi, uttan nakra svimjing yvirhøvur, meðan Evropeisku Leikirnir fyri Ung eru í Baku í Aserbadjan, við eisini kapping í svimjing.
Og vit kunnu altso luttaka har í Baku, um tað annars fæst upp á pláss í ein hujen hast, við fígging og úttøkutreytum osfr.
Evropeisku Leikirnir fyri Ung eru nú í 2019 í svimjihøpi fyri gentur føddar í 2004 og 2005, og fyri dreingir føddir í 2003 og 2004, tvs teir báðir eldru árgangirnir av trimum sum kunnu luttaka eisini á NMU í ár
Tit frætta meira seinni – Alt er enn spildurnýtt, og hevur starvsnevnd SSF tí ikki havt høvi til at viðgera tað soleiðis formliga á fundi. Umboð fyri SSF vóru í gjár á fundi við ÍSF og onnur, at frætta um hvat og hvussu.
Eitt annað spennandi eru “the Games of the Small States of Europe”, sum eru Europeisku Leikir fyri lond við færri enn 1 millión íbúgvum, og har serliga Luxembourg og Ísland ráða fyri borgum í svimjihøpi. Fyribils eru Føroyar tó bara eygleiðarar, her.
Alt í alt kundi summarið 2019 verið rættiliga hektiskt fyri føroysku svimjingina, við …