Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú almannakunngjørt
FINA lista nummar 20 yvir altjóða dómarar í kappsvimjing, har vit eisini finna 3 føroyskar yvirdómarar og 2 føroyskar startarar. Harvið kunnu vit nú sjálvi fyriskipa FINA góðkendar úttøkustevnur til dømis til HM og OL, uttan at neyðturviliga skula biðja um útlendska hjálp.
Tey fimm á
FINA lista #20, eru:
Altjóða yvirdómarar
- Dann Hjelm
- H. Rúni Gaardbo
- Katja Lervig
Altjóða startarar
- Eyðun Húsgarð
- Erling Eidesgaard
Tey hava øll fyrst luttikið á FINA dómaraskeiði í Føroyum og (Katja) í Reykjavík, og hava yvirdómararnir hartil tikið yvirdómaraprógv á
skeiði hjá DGI og SSF í Føroyum í 2015. Hartil eru tey øll væl roynd sum dómarar á føroyskum og norðurlendskum meistarastevnum, umframt Dann á meistarastevnum LEN og FINA
FINA listi 20 er galdandi frá hin 1. januar 2019 til hin 31. desember 2022, og kemur so eitt nýtt umfar til FINA lista 21 frá hin 1. januar 2017 til hin 31. desember 2024.
Svimjisamband Føroya hevur avgjørt ætlan um at framyvir hava dómarar støðugt á hesum listum hjá FINA, umframt at bjóða hesum út í heim at royna seg, til íblástur og til at menna føroyska døming, umframt at avstemma okkara egnu døming við henni aðrastaðni.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur