Kravtíðir til Bergen Swim Festival 2019

Starvsnevnd SSF samtykti í heyst at vilja royna at endurtaka okkara væleydnaðu luttøku á Bergen Swim Festival 2018, við at senda ein líknandi hóp til Bergen Swim Festival 2019. Viðfesta kravtíðarskipan varð send føroysku svimjifeløgunum í gjár, har freistin at klára kravtíð er frá 1. september 2018, til og við 24. februar 2019.

bsf2019kravtidir.pdf

Ætlanin er stutt sagt hin sama til Bergen Swim Festival í ár, sum til somu stevnu í fjør, íroknað at vit longu í november bíløgdu rúm til líknandi hóp á sama gistingarhúsi. Tankin er at flúgva yvir hósdagin hin 4. apríl sum stevnan byrjar hin 5. apríl, og heimaaftur mánadagin hin 8. apríl sum stevnan endar hin 7. apríl. Á sama hátt sum í fjør.

Kravtíðirnar eru tær somu sum til Danish Open 2019, sum kemst av at vit ætla okkum at senda ein hóp til Danish Open í 2020, nú tann stevnan væntandi verður avgerðandi fyri møguligari OL-luttøku hjá bæði føroyskum og donskum svimjarum. Vit ynskja tí sjálvsagt at senda ein hóp av okkara bestu til ta stevnuna, sum lið til at stuðla hvørjum øðrum, og kunnu tí tað sama longu nú venja okkum við støðið har.

Í ár liggja Danish Open og Bergen Swim Festival á sama dato, og vórðu vit tí noydd at velja ímillum hesar stevnur, har valið fall á BSF tí at tað gekk so væl har í fjør, umframt at tann stevnan hevur eina áhugaverda bólking í kapping fyri eisini juniorar. Og so var har bara gott at vera, ikki at siga at tað ikki eisini kann vera tað í Danmark 🙂

Bergen Swim Festival brúkar ikki kravtíðir, men hinvegin riðlaavmarking til dømis á longstu teinunum 800 og 1500 frí, og hjá teimum yngstu ífall at stevnupartarnir gerast alt ov langir. Sí innbjóðingina til Bergen Swim Festival 2019, sum løgd á stevnusíðuna www.bsf.no

Vegna SSF

Rókur

This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.