Svimjisamband Føroya og altjóða svimjisambandið FINA skipa vikuskiftið hin 22. til 24. mars 2019 fyri dómaraskeiði í Tórshavn, undir leiðslu av tiltikna altjóða yvirdómaranum og kappingarleiðaranum, Søren Korbo. Hetta er grundskeið sum tað ið SSF og FINA skipaðu fyri í Tórshavn í 2013, til at fáa fleiri av okkara trúføstu dómarum og hjálparfólkum at hava formlig prógv uppá síni evni.
Søren Korbo var annar undirvísarin á skeiðnum í 2013, og vóru tað tá skrivarin og formaðurin í teknisku svimjinevndini hjá FINA sum komu til Føroyar, við honum og amerikonsku Carol Zaleski. Hendan nevnd eru tey sum skipa fyri sjálvum svimjikappingunum hjá FINA – altso dømingini til dømis á HM og OL – og tey sum bókstaviliga skriva reglurnar.
Síðani tá er Søren Korbo farin úr hesi nevnd, men náddi tó millum annað at vera ein av ovastunum fyri svimjistevnuni á OL í Rio de Janeiro, umframt flestu, um ikki øllum, týðandi heimsmeistarastevnum og olympisku stevnum hjá FINA og eisini LEN, í áravís áðrenn hetta. So hetta er altso ein kanón sum nú aftur kemur til Føroyar, og sum enntá kennir væl til føroysk viðurskifti.
Ætlanin er, at hetta skeiðið skal vera serliga fyri tey mongu ‘nýggju’ sum eru røsk at hjálpa til á svimjistevnum, sum eru komin afturat síðani skeiðið í 2013, ella sum ikki kundu vera við tá. Tó so at vit onnur eru vælkomin at koma at lurta í løtum, til at uppfríska gullkornini sum vit hoyrdu í 2013, og til at luttaka í tí kjaki sum vónandi verður, um hvussu føroyskar svimjistevnur verða best avgreiddar.
Vit koma aftur til hvussu tað verður við skeiðsstaði og møguligari yvirnátting og so framvegis, men vóna at tey verða eini 30 afturat sum hervið fáa tikið hetta grundskeiðið, ið er týðandi fyri møguligari seinni úttøku til altjoða svimjistevnur hjá LEN og FINA … og í hesum sambandi eisini møguligari víðariútbúgving til yvirdómara.
Eitt vikuskifti við Korbo kann ikki annað enn viðmælast, eisini um man ‘bara’ er forvitin eftir at veruliga læra, hví at svimjireglurnar nú eru sum tær eru.
Eg viðfesti skránna sum hon sær út beint nú, aftaná at Korbo og undirritaði hava ‘sparrað’ um innihaldið. Skeiðið er fingin í lag tí at FINA í heyst bjóðaði limalondum sínum at søkja um “FINA Clinic(s)” til í 2019, har vit tá skundaðu okkum at søkja um júst hetta dómaraskeið, við Korbo sum undirvísara. Formelt er pláss fyri 30 luttakarum á skeiðnum, vit venda aftur til hvussu tilmeldað verður 🙂
Skrá í pdf-sniði: FINA-Swimming-Clinics-for-Officials-FAR-2019.pdf
Vegna SSF
Rókur