Úrslit frá Ægir-stevnuni 6. og 7. oktober 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Klaksvíkar Svimjihøll, nú í vikuskiftinum, sum Ægir skipaði fyri. Úrslitini síggast eisini her á livetiming.se, umframt her á SwimRankings

Tilsamans vóru tey 115 íðkarar og 56 lið úr 6 feløgum sum kappaðust í 40 kappingum, hesar báðar dagarnar í Klaksvík, har hitt frægasta úrslitið var tá ið Signhild Joensen úr Ægir svam seg til 2:14.27 og 700 FINA stig í 200 rygg.

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag fekk frægasta úrslit hjá monnum, tá ið hann í 50 metra bringusvimjing svam seg til 28.91 og 666 FINA stig. Topp-10-listin yvir bestu úrslit hjá monnum og kvinnum sæst her á SwimRankings.

Hartil setti mansliðið hjá SuSvim sum kunnugt nýtt føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing, við tíðini 1:50.85.

Heiðursmerkjabýtið millum feløg

Felag Gull Silvur Bronsa Tilsamans
Ægir 20 18 12 50
SuSvim 12 8 15 35
HS 8 12 10 30
Flot 1 1
Reysti 1 1
FS 1 1

 

This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.