Væleydnaður Svimjifagnaður 2018

Sunnudagin hin 16. september luttóku eini 47 børn í Svimjifagnaðinum 2018, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjhøll. Hetta gjørdist ein fínur fyrsti dagur av hesum slag, og tyktist tað sum at børnini stuttleikaðu sær, samstundis sum tey lærdu eitt sindur um trygd í vatni.

Børnini vóru runt um úr landinum, og sum ætlað ikki einans sovorðin sum longu svimja í svimjifeløgum, men eisini onnur sum høvdu valt at taka av møguleikanum, at koma og spæla saman við okkum eina løtu.

Aktivitetirnir vóru ætlaðir at hóska til børn óansæð svimjiførleika, og vóru tí í stóran mun sovorðnir har børnini onkunsvegna kundu ganga ella flóta, og so annars svimja í tann mun sum tey høvdu hug til tað.

Hetta er ikki fyrstu ferð at vit royna slíkt, tí í 2013 skipaði Svimjisambandið fyri tilsvarandi døgum fyrst saman við FS í Fuglafirði og síðani saman við HS í Havn, haðani íblástur til tiltøkini nú eisini varð funnin.

Hetta breiddartiltak datt tíverri niðurfyri, men er nú vaknað aftur í sambandi við nýggja átakið FINA World Aquatics Day hjá altjóða svimjisambandinum FINA,  til vónandi at verða ein fastur táttur í eisini føroyska svimjikalendaranum.

Sum endi á tiltakinum skipaði lívbjargingardeildin hjá SSF fyri bjargingarroynd, har børnini kundu royna bæði at svimja í lívbjargingarvestum og at sleppa uppí ein VIKING bjargingarbát, sum vit høvdu fingið til vega við góðum stuðli frá Gummibátatænastuni og Áway.

Sum heild ein sera góður og stuttligur og læruríkur dagur, og vilja vit takka eisini høvuðsstuðlum okkara, LÍV og Atlantic Airways, umframt Klaksvíkar Kommunu og Ægir, og nýggju breiddardeild okkara við Joan Kristinu og Eyðrið 🙂

Vegna SSF

Rókur

This entry was posted in Breidd, Vinstri forsíðubjálki. Bookmark the permalink.