Innbjóðing til Svimjifagnaðardag hin 16. september 2018

So royna vit aftur – Um nóg stór undirtøka er fyri tiltakinum, so skipa Svimjisamband Føroya og Ægir fyri Svimjifagnaðardegi í Klaksvíkar Svimjihøll, sunnudagin hin 16. september 2018 frá klokkan 14:00 til 17:00. Tiltakið er fyri øll børn sum ganga í 4. til 7. skúlaflokki, óansæð um tey duga at svimja ella ei, og er ókeypis.

Tilmeldingarskjalið er her: https://form.jotformeu.com/81702240601341

Hetta er sama tiltak sum vit ætlaðu at hava hin 1. juli 2018, við spølum og spennandi tiltøkum so sum kappskreiðing í vatnøkuni og bjargingarroynd við vestum og VIKING báti. Tá vóru vit noydd at útseta tiltakið vegna ov fáar tilmeldingar, men vóna vit at fáa nógv fleiri nú, aftaná summarferiuna.

Vit hava ikki sett nakra formliga tíðarfreist enn; men tað hevði verið sera gott um tilmeldingarnar komu so tíðliga sum gjørligt, so at vit hava eina hóming av hvussu nógv børn tey verða. Og skuldi tað víst seg at vit nú fáa øgiliga nógvar tilmeldingar, so verða vit nokk noydd at steingja fyri fleiri 🙂

Svimjitiltakið er sum sagt ókeypis, men verður har møguleiki fyri at keypa sær okkurt at eta og drekka, so at tey eru rímiliga væl forsýnaði fyri 30-50 krónur. Tað er ikki krav at barnið er limur í einum svimjifelag.

Vegna fyriskipararnar

Rókur

This entry was posted in Breidd and tagged . Bookmark the permalink.