Svimjifagnaðardagurin 2018 nú fyri fleiri børnum og alt í senn

Sum kunnugt, so skipa SSF og Ægir fyri einum sokallaðum ‘svimjifagnaðardegi’ í Klaksvíkar Svimjihøll, nú sunnudagin hin 1. juli 2018, har vit ætla at hava tað stuttligt við og í vatni.

Tíverri eru tað enn í so fá børn sum eru meldað til, og verður tiltakið tí broytt til nú at vera fyri øllum børnum sum í ár hava gingið í 3. til 6. skúlaflokki, umframt soleiðis at øll nú eru í gongd í senn, frá kl 14:00 til umleið kl 17:00.

Tilmeldingarskjalið er her: https://form.jotformeu.com/81702240601341

Tiltakið er ókeypis og opið fyri øllum børnum í hesum skúlaflokkum, líka mikið hvussu væl tey duga at svimja. Av praktiskum ávum mugu vit tó áseta eina tilmeldingarfreist til at vera nú mikudagin hin 27. juni, umframt at tey ikki kunnu vera fleiri enn eini 110 børn tilsamans.

Til nú hava vit fingið tilmeldingar úr serliga Eysturoynni, umframt nakrar úr Havn og Klaksvík, og eina úr Suðuroynni.

Av ætlanum fyri dagin kunnu nevnast

  • Kappskreiðing í vatnøkuni
  • Høgguslokkurin verður í hylinum
  • Bjargingarroynd við vestum og VIKING báti
  • Langskot við vatnpistólum
  • og mangt annað

Aftaná tiltakið fáa børnini luttøkuprógv, og kunnu keypa sær okkurt at eta og drekka.

Minnist til at tilmeldingarfreistin er nú mikudagin hin 27. juni. Børn skulu ikki rokna við at kunna sleppa uppí, um tey bara møta upp á sjálvum degnum.

Vegna fyriskipararnar

Rókur

This entry was posted in Breidd and tagged . Bookmark the permalink.