Innbjóðing til Svimjifagnaðardagin 2018

Sunnudagin hin 1. juli 2018 skipa Svimjisamband Føroya og Ægir fyri einum stórum og vónandi sera stuttligum spælidegi í Klaksvíkar Svimjihøll.

Tiltakið er ókeypis og ætlað øllum børnum sum ganga í 3. til 6. skúlaflokki, óansæð hvussu væl tey duga at svimja – Men av praktiskum ávum mugu vit tó avmarka luttøkuna til umleið 110 børn.

Tiltakið er okkara føroyska ískoyti til FINA World Aquatics Day 2018, har svimjisambond runt allan heim fagna svimjiítróttini, hendan sunnudagin hin 1. juli. Og her ætla vit í Føroyum so fyrst og fremst at hava tað stuttligt, við spølum og øðrum í, á og nær vatninum.

Tiltakið er frá kl 14:00 til umleið 17:00, sunnudagin hin 1. juli 2018. Børnini eru vælkomin at møta frá kl 13:30, til at skifta og so framvegis.

Her er tilmeldingarskjalið:

Tilmelding til Svimjifagnaðin 2018

Svimjitiltakið er sum sagt ókeypis, men verður har møguleiki fyri at keypa sær okkurt at eta og drekka, so at tey eru rímiliga væl forsýnaði fyri 30-50 krónur.

Spjaðið boðskapin ! 🙂

Vegna SSF

Rókur

Her niðanfyri eru nakrar myndir frá svimjidøgum í Havn og Fuglafirði í 2010. Vit ætla at gera sovorðið sum hetta og gjarna meira ! 🙂

 

This entry was posted in Breidd and tagged . Bookmark the permalink.