Í ovurmorgin byrjar Danish Open 2018, sum er stóra úttøkustevnan hjá dønum til altjóða meistarastevnur í summar, við luttøku av eisini svimjarum úr øðrum londum. Fyri Føroyar luttaka teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm, báðir við møguleika at taka heiðursmerki.
Svimjisambandið ætlaði sum kunnugt upprunaliga at senda landsliðið til hesa stevnu, men broytti ætlan vegna hóttanina um aðalverkfall ella verkbann í Danmark. Størsti partur av landsliðnum fer tí í staðin til Bergen Swim Festival 2018, nú hósdagin, meðan Óli og Alvi vóru tilmeldaðir til báðar stevnur, og nú so valdu at verða verandi í Keypmannahavn.
Startlistin sæst her, har vit síggja at teir báðir eru uppi í millum favorittarnar í sínum sergreinum, Óli í 400, 800 og 1500 frí, og Alvi í 400 blandað.
Stevnan byrjar hósmorgunin, við livetiming her og eftir øllum at døma eisini stroyming her. Hendan fyrsta dagin fer Óli at royna seg í 800 frí, meðan Alvi fyrst skal í eldin í 400 blandað, fríggjamorgun.