Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 7. og sunnudagin 8. apríl 2018, sum Suðuroyar Svimjfelag skipaði fyri. Ein stevna har vit millum annað fingu eitt nýtt føroyskt met og tvey føroysk juniormet.
- Úrslit í html-sniði: susvim-stevna-apr-2018-urslit.html
- Úrslit í txt-sniði: susvim-stevna-apr-2018-urslit.txt
- Úrslit í lef-sniði: Results_Vagur_2018-04-07.lef
- Úrslit í RE-sniði: RE180407.txt
Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, og her á SwimRankings
Hagtøl
Tilsamans vóru tey 85 svimjarar og 28 lið úr 5 feløgum sum kappaðust 484 ferðir í 34 kappingum, hesar báðar dagarnar í Vági.
Føroyskt met
Signhild Joensen (2000), Ægir setti við tíðini 1:03.34 føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing. Hon átti sjálv føroyska metið á 1:03.38, frá Danish Open í 2017, sum verður verandi føroyskt juniormet, við tað at Signhild nú er seniorur.
Føroysk juniormet
SuSvim-dreingir settu føroyskt juniormet í 4×100 frí, við tíðini 4:03.19. Ægir-dreingir áttu nú farna metið, á 4:07.21 frá FM á langgeil í fjør.
HS-dreingir settu føroyskt juniormet í 4×100 blandað, við tíðini 4:27.12. SuSvim-dreingir áttu nú farna metið, á 4:32.57 frá SuSvim-stevnuni í februar mánaða.
Bestu avrik í FINA-stigum
Signhild Joensen (2000), Ægir framdi besta avrik á stevnuni yvirhøvur, tá ið hon í 100 metra ryggsvimjing setti nevnda føroyska met, við tíðini 1:03.34 sum gevur 772 FINA stig.
Róland Toftum (1998), SuSvim framdi besta avrik hjá monnum, tá ið hann í 50 metra bringusvimjing svam seg til 664 FINA stig, við tíðini 30.27.