Svimjisambandið skipar nú í vikuskiftinum fyri venjingarlegu í Klaksvík, fyri teimum svimjarum sum eru úttiknir til EM og NM/NJM 2017.
Vit fáa danska úrvalsvenjaran Bo Jacobsen heim at skipa fyri sjálvari venjingini, og hartil verða innsløg við ítróttarsálarfrøðinginum Jón Gregersen.
Skráin er í stuttum hendan:
Hósdagin 16. november
- 19:00 Kunningarfundur fyri foreldrum um mentalvenjing, í ÍSF-húsinum
– Gevið gætur, at hendan fundin ætla vit eisini at royna at stroyma
Fríggjadagin 17. november
- 12:00 Frokost til tey sum tá eru komin fram, í skótahúsinum
- 14:00 Kunningarfundur fyri svimjarum um mentalvenjing, á KÍ-loftinum
- 16:00 Fyrsta landvenjing við Bo Jacobsen, í svimjihøllini
- 17:00 Fyrsta svimjivenjing við Bo Jacobsen, í svimjihøllini
- 19:30 Døgverði, í skótahúsinum
Leygardagin 18. november
- 07:00 Morgunmatur, í skótahúsinum
- 08:00 Næsta svimjivenjing við Bo Jacobsen, í svimjihøllini
- 10:00 Næsta landvenjing við Bo Jacobsen, í svimjihøllini
- 12:00 Frokost, í skótahúsinum
- 13:00 Kunningarfundur fyri leiðarum um mentalvenjing, á KÍ-loftinum
- 15:00 Triðja svimjivenjing við Bo Jacobsen, í svimjihøllini
- 18:00 Døgverði, í skótahúsinum
Sunnudagin 19. november
- 07:00 Morgunmatur, í skótahúsinum
- 08:00 Triðja landvenjing við Bo Jacobsen, í svimjihøllini
- 09:00 Fjórða svimjivenjing við Bo Jacobsen, í svimjihøllini
- 12:00 Frokost og farvæl
Viðkomandi venjarar og leiðarar eru eisini vælkomnir at møta, og búgva tá saman við okkum í skótahúsinum.
Havi soviposar við.