Svimjisamband Føroya og LÍV skrivaðu í dag undir eina tvey ára stuðulsavtalu í sambandi við átakið “Eingin svimjing uttan lívbjargara”
Hetta til at styrkja um átakið, sum Svimjisambandið sjósetti í 2009, og sum síðani er bygt upp við stuðli og undirtøku frá svimjifeløgum, svimjihallum, skúlum kring landið umframt øðrum stovnum og kommunum.
Endamálið við átakinum er, so vítt gjørligt, at tryggja, at eingin svimjing fer fram í føroyskum svimjihallum, uttan at góðkendur lívbjargari er til staðar.
Svimjisambandið hevur bygt upp eina skipan við útbúgving og próvtøku av lívbjargarum og lívbjargingardómarum, umframt tilbúgving av svimjihallum.
Við góðu undirtøkuni, tekur skipanin alt meira dik á seg, og er tørvurin tí eisini vaksandi at kunna fyrisita hana betur.
LÍV kemur tí inn við einum fíggjarligum íkasti til Svimjisambandið at kunna keypa inn útgerð so sum lívbjargingardukkur og demo-hjartastartarar og til rakstur av skipanini.
Hóast vit halda okkum vera komin rættuliga langt á leið, so hendir tað meira enn so, at onkur vísir á viðurskifti, sum kundi verið betur, vegna vaksandi tilvitan um evnið. Sum til dømis nú í hesum døgum, at tryggja lívbjarging eisini á svimjistevnum.
Í hesum sambandi er tað gott at fáa ein stuðul inn sum LÍV, ið við evnum og royndum kann geva okkum veruliga sparring innan økið, umframt at hjálpa okkum við tí fíggjarliga.
Undirritaði formaður fegnast um avtaluna, og um ta undirtøku og góðtøku av hesum átaki, sum vit kenna frá øllum hesum ymisku kring landið.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
Formaður