EM á stuttgeil verður sum kunnugt í Keypmannahavn í ár, frá 13. til 17. desember 2017. Donsku vertirnir bjóða í hesum sambandi nú øllum føroyskum fjepparum 15% í avsláttri uppá atgongumerki til stevnuna, um keypt verður frá í dag av og fram til 30. juni. Fyriskipararnir heilsa at tey vóna at vit gera nýtslu av hesum tilboði, so at eisini okkara góðu svimjarar fáa best møguligan stuðul.
Sí http://bit.ly/2rTxAdj, og minnist til at dáma facebook.com/euroswim2017, til at kunna fylgja við í #EuroSwim2017