Beinta Poulsdóttir Debes setti í dag stórt nýtt føroyskt met í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 2:43.38. Beinta er árgang 1997 og svimur fyri Havnar Svimjifelag.
Ásbjørg Hjelm átti nú farna føroyska metið á 2:44.46, frá Reykjavík International Games í 2015. Beinta er sostatt fyrsta føroyska kvinna undir 2:44 í 200 metra bringusvimjing á langgeil, og tað so dyggiliga eisini.