Starvsnevnd SSF samtykti hin 22. februar 2017 at broyta grein 3 í okkara Reglugerð fyri Meistarastevnur …
– frá –
Grein 3
Allir svimjarar, ið eru limir í føroyskum svimjifeløgum og hava føroyskan svimjitjóðskap hava rætt at luttaka í meistarastevnunum. Svimjari kann bara umboða eitt felag.
– til –
Grein 3
Stk 1. Allir svimjarar, ið eru limir í føroyskum svimjifeløgum og hava føroyskan svimjitjóðskap hava rætt at luttaka í meistarastevnunum. Svimjari kann bara umboða eitt limafelag í Svimjisambandi Føroya.
Stk 2. Svimjari, sum flytir uttanlands í lestrar-, arbeiðs- ella øðrum ørindum í eitt ávíst áramál, kann varðveita sín føroyska svimjitjóðskap og luttaka í meistarastevnum, sum eru fyriskipaðar av Svimjisambandi Føroya, hóast svimjarin einans venur við útlendskum svimjifelagi. Svimjarin skal við fráflyting boða SSF frá, at hann ynskir at varðveita sín føroyska svimjitjóðskap.
Stk. 3. Svimjari, sum seinastu 6 mánaðirnar hevur búð í Føroyum, vant í føroyskum svimjifelag og luttikið í kappingum umboðandi svimjifelagið, kann av starvsnevndini fáa loyvi at luttaka í meistarastevnum, sum eru fyriskipaðar av Svimjisambandi Føroya.
Orsøkin er at vit hava nakrar ungar og raskar svimjarar her í Føroyum, sum eru virknir í okkara svimjiumhvørvi, men sum sambært upprunaligu regluni ikki kunnu luttaka á JM/MU ella FM, tí at teir ikki hava føroyskan tjóðskap.
Starvsnevndin hevur viðgjørt spurningin á fundi hin 16. februar, og í teldupostum síðani, og er samd um at vilja royna hetta. Gevið tó gætur, at svimjarin skal hava serligt loyvi frá starvsnevnd SSF, áðrenn hann kann luttaka á okkara meistarastevnum.
Stykki 3 er neyvlýsing av galdandi praksis, at føroyskir svimjarar sum eru farnir uttanlanda, enn kunnu luttaka á FM og JM/MU, um teir væl at merkja velja at varðveita sín føroyska svimjitjóðskap.
Upprunaorðingin er hartil neyðlýst eitt vet, frá “Svimjari kann bara umboða eitt felag”, til “Svimjari kann bara umboða eitt limafelag í Svimjisambandi Føroya”. Hetta er soleiðis sum vit meta at hendan regla skal tulkast, at okkara meistarastevnur eru fyri okkara svimjifeløg.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur í Jákupsstovu