Svimjisamband Føroya skipar nú 24. til 26. februar fyri ráðstevnu í Hotel Skálavík, fyri serliga nevndarlimum í svimjisambandi og svimjifeløgum. Eini 30 fólk fara við hjálp frá sálarfrøðinginum Helga Rasmussen at brúka vikuskiftið uppá at viðgera, hvat ið vit ætla við føroyskari svimjing, og hvussu vit koma hagar.
Tey innbodnu eru serliga nevndarlimir í føroysku svimjifeløgunum og svimjisambandinum, umframt dómarar og líknandi sum longu brúka ríkiliga tíð og frítíð uppá føroyska svimjing. Og ætlanin er at tað so serliga eru feløgini sum seta orð á hvussu tey halda at SSF skal flyta seg frameftir, til nevndir SSF at taka til sín.
Helgi Rasmussen er so fingin at hjálpa luttakarum við at halda eina nøkulunda kós, á sjálvum evnisdegnum leygardag, so at tiltakið vónandi endar við eini brúkiligari gerðaætlan.
Runt um sjálvan evnisdagin eru so onnur ting á skrá, bæði til álvara og gaman.
Vit í starvsnevnd SSF gleða okkum óført, at síggja hvussu leikur fer. Tit frætta aftur frá okkum!