Farna vikuskiftið skipaði Sørin S. Djurhuus vegna Svimjisamband Føroya fyri lívbjargingardómaraskeiði í Páls Høll í Vági, har tríggir nýggir lívbjargingardómarar fingu prógv. Hartil stóðu fimm lívbjargingarroyndina, sum partur av útbúgvingini hjá teimum trimum dómarum.
Sørin er sum kunnugt einsamallur ‘instruktør-instruktør’ hjá okkum, og tí av góðum grundum í holtur við at seta við, nú Svimjisambandið í desember valdi at yvirtaka skipanina frá dønum. Vit hava brúk fyri alsamt fleiri lívbjargingardómarum, og upp á sikt eisini í øllum førum einum ‘instruktør-instruktøri’ afturat, sum er tann sum undirvísir lívbjargingardómarunum.
Sørin hevur tí saman við øðrum góðum kreftum framleitt undirvísingartilfar til lívbjargingardómaraskeiðið, sjálvsagt við støði í tilfarinum sum danir brúka, men eisini við okkara egnu ískoytum og tillagingum.
Nú í Vági varð hetta fyrsta veruliga føroyska lívbjargingardómaraskeið fyri trimum royndum lívbjargarum, sum á hvønn sín hátt eru væl kendir í svimjiumhvørvinum. Jón Bjarnason er tiltikin høvuðsvenjari hjá Suðuroyar Svimjifelag, Sigurð Marner Simonsen er leiðari í Páls Høll, og Róland Toftum er umframt at vera lívbjargari í Páls Høll, ein hin besti svimjarin sum vit eiga, serliga í bringusvimjing.
Teir fingu undirvísing fríggjakvøld og ein langan leygardag, og skuldu so sunnudag prógva hvat teir høvdu fingið burturúr, við at hvør í sínum lagi at skipa fyri lívbjargingarroynd, meðan Sørin hevði eftirlit við teimum og royndini. Og tað gekk upp á stás – allar fimm ‘prøvakaninurnar’ stóðu lívbjargingarroyndina, umframt ein yngri svimjari sum má bíða til hon verður 17 við at fáa veruligt lívbjargingarprógv.
Nú hava vit so 9 virknar lívbjargingardómarar í Føroyum, umframt eina vaksandi rúgvu av lívbjargarum. Prógvið sum lívbjargingardómari skal endurnýggjast fjórða hvørt ár, og Svimjisambandið, og verða nýggj skeið tí skipað fyri hesum, so hvørt sum Svimjisambandið metur at tørvur er á tí.