Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi í gjár teirra útnevnilsi av dómarum til HeimsMeistarastevnuna 2017 í Budapest í summar, har føroyski høvuðsdómarin Dan Hjelm er millum tey 26 útvaldu. HM er eitt av allarstørstu og týdningarmestu tiltøkum sum FINA skipar fyri, og er hetta tí sjálvsagt ein stórur heiður fyri Dan og Svimjisamband Føroya.
Dan hevur eftirhondini roynt seg sum dómari á nógvum altjóða stevnum, so sum á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Tórshavn í 2013, á Evropeisku Meistarastevnuni á stuttgeil í 2013, á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Masters í Tórshavn í 2014, á Evropeisku Leikum í Baku í 2015, og á Evropeisku Meistarastevnuni í London í 2016.
Hann traðkaði eisini til sum dómsnevnd á Oyggjaleikum í 2015, og hevur sjálvsagt dømt heilt nógv her í Føroyum eisini, á meistarastevnum og á vanligum stevnum.
Men hetta nú verður heilt greitt størsta avbjóðingin, at vera partur av dómaratoyminum sum skal døma týdningarmestu svimjistevnu hjá FINA, næst eftir Olympisku Leikir. HeimsMeistarastevnan verður sum nevnt í Budapest í Ungarn í summar, har sjálv svimjistevnan er frá 23. til 30. juli, og har Dan so er innkallaður at møta hin 21. juli.
Afturat Dan hava vit sum kunnugt Jon Hestoy, sum í skjótt eitt mannaminni hevur virkað sum altjóða dómari og nevndarlimur hjá LEN og FINA í Open Water svimjing, millum annað á OL 2016 í Rio de Janeiro. Og nú í sambandi við HM 2017, hava vit vónir um at fáa ein ella tveir aðrar dómarar við til HM fyri Masters, sum verður í Budapest í august mánaða.