Páls Høll í Vági verður í juli mánað karmur um stóru norðurlendsku svimjikappingina Norðurlendsk Meistarastevna fyri Ung, stytt NMU.
NMU er stór norðurlendsk svimjistevna, har tað umframt svimjarar úr øllum Norðurlondum, eisini eru svimjarar úr Baltisku londunum. NMU verður í ár í Føroyum, í Páls Høll í Vági, og verður altíð svomið í 50 m. hyli.
Svimjisamband Føroya hevur í vikuni sent innbjóðing til øll svimjisambondini í Norðurlondum, sum í svimjihøpi eisini umfata Baltisku londini. Áðrenn innbjóðingarnar eru farnar út, er longu greitt, at stórur áhugi er fyri NMU í Føroyum, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya. Vit vænta, at tað koma millum 150 og 200 svimjarar, venjarar, leiðarar og onnur til Føroyar til NMU, og eru longu farin undir fyrireikingarnar saman við Vágs kommunu, Suðuroyar Svimjifelag og øðrum, sigur formaðurin í Svimjisambandinum.
Í Vági eru fyrireikingarnar eisini farnar í gongd. Vit eru sera fegin og stólt um, at Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung verður í Páls Høll í summar, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu. Vit hava í eina tíð, saman við Svimjisambandinum, arbeitt við fyrireikingunum og gleða okkum til at hýsa einum so stórum norðurlendskum tiltaki, sigur borgarstjórin. Hetta verður fyrsta stóra altjóða svimjistevnan í Páls Høll, men hetta verður ikki tann seinasta altjóða svimjistevnan í Vági, tað er longu greitt, sigur Dennis Holm.
NMU verður í Vági leygardagin 8. juli og sunnudagin 9. juli, men norðurlendsku ferðaløgini koma tó til Føroyar longu tórsdag og fríggjadag, og fara tey flestu væntandi avstað aftur mánadag. Umframt at kappast í Páls Høll, so verður sjálvsagt eisini høvi at uppliva Vág og náttúruna kring Vág hetta vikuskiftið í juli.
Norðurlendska Meistaraskapurin fyri Ung er fyri árgangirnar gentur 13-15 ár (2002-2004) og dreingir 14-16 ár (2001-2003).