Vár Erlingsdóttir Eidesgaard tangeraði í dag føroyska juniormetið í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 29.23 sekund. Tær eru tí tvær sum nú verða uppskrivaðar til at eiga juniormetið í 50 firvald: Vár úr Havnar Svimjifelag nú á stevnu í Vági, og Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag fyri at hava svomið eisini 29.23 á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012.