Hesa vikuna hava svimjilærarar hjá Eysturskúlanum verið á lívbjargingarskeiði, sum royndartiltak hjá Eysturskúlanum, Mentamálaráðnum og Svimjisambandi Føroya, at tryggja at allir svimjilærarar á skúlanum hava góðkent lívbjargingarprógv. Onkrum einstøkum barst frá vegna sjúku og øðrum, men eru tey nú 15 har á skúlanum, sum kunnu vísa á galdandi lívbjargingarprógv.
Talan er um eina innleiðandi royndarverkætlan hjá Mentamálaráðnum og Svimjisambandi Føroya, at finna ein leist til at tryggja nøktandi lívbjarging í svimjiundirvísingini í føroyskum skúlum. Allir svimjilærarar fáa undirvísing í lívbjarging á Læraraskúlanum, og er hetta nú sum hjá lívbjargarum í almennum svimjihallum, ein reglulig roynd til at tryggja at tey eisini aftaná skúlagongd enn duga og orka at lívbjarga.
Undirvísarar og lívbjargingardómarar vóru Sørin S. Djurhuus, sum er ‘primus motor’ fyri lívbjargingarátakinum hjá Svimjisambandi Føroya, og Rúna Mortensen sum er lívbjargari og lívbjargingardómari hjá Svimjihøllini í Gundadali.
Sum skilst so var støðan góð í Eysturskúlanum, og hava vit í Svimjisambandinum tí bestemt alla orsøk til at halda, at hetta er ein gongd leið eisini á øðrum føroyskum skúlum. Og vit hava eisini longu verið úti á øðrum skúlum, sum av sínum eintingum hava biðið um lívbjargingarskeið. Eysturskúlin er tó nú so vítt sum vit vita, hin fyrsti í Føroyum ið kann breggja sær av, at øll svimjiundirvísing verður framd av lærarum ið hava galdandi lívbjargingarprógv.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu