Tey eru liðug við innleiðandi riðlar á NM/NJM 2016 í Kolding, og fingu vit ein góðan hóp víðari til finalurnar, seinnapartin.
- Jana Thomsen (2000) Ægir 2:07.69 og nr 8 í NJM-finaluni í 200 frí
- Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 1:16.06 og nr 7 í NM-finaluni í 100 bringu
- Signhild Joensen (2000) Ægir 1:02.25 og nr 4 í NJM-finaluni í 100 rygg
- Alvi Hjelm (1996) Ægir 2:06.92 og nr 7 í NM-finaluni í 200 blandað
- Marius Ihlen Gardshodn (1998) 15:35.23 og nr 2 í NM-finaluni í 1500 frí
Hartil hava vit eina juniorstafett við í 4×100 frí fyri kvinnur, umframt bæði eina junior- og eina senior-stafett við í 4×100 frí fyri menn.