Símun á Høvdanum setti í morgun nakrar spurningar til Svimjisamband Føroya og beinleiðis til undirritaða, í grein við yvirskrift “Løgin úttøka til HM í svimjing”. Hann fekk skrivligt svar frá mær í morgun, og velji eg so nú at svara eisini alment her, síðani eg ikki frætti aftur.
Símun skrivar í innganginum, at “Triggir svimjarar blivu úttiknir til HM á stuttgeil í Kanada í desember, men eg haldi har mangla ein ella tveir svimjarar at koma við til Kanada”.
Hetta skal hann sjálvsagt hava rætt til at halda. Men, orðingin í kravtíðarskipanini er eftir okkara tykki rættiliga greið, sum hann sum tá formaður í Ægir fekk sendandi hin 27. august í ár, og sum hartil hevur verið at lesa her á hesari heimasíðu síðani hin 30. august:
“Til HMS kann hugsast at SSF úttekur eyka svimjarar, soleiðis at tey eru íalt tríggir (3) svimjarar, og í øllum førum ein (1) av hvørjum kyni, um færri enn trý (3) klára kravtíð. Juniorar kunnu væl koma upp á tal, serliga um færri enn tríggir (3) seniorsvimjarar klára kravtíð.”
Sí https://ssf.fo/2016/08/30/kravtidir-til-njm-nm-og-hms-2016/
Teir vóru tveir mannligir svimjarar sum kláraðu kravtíð til HMS 2016, og var møguliga eykavalið hjá okkum í SSF tí náttúrliga ein kvinnuligur svimjari, um vit vildu fylgja teimum treytum sum vit í august høvdu fráboðað; og sum eg hartil í telduposti til Símun og hinar formennirnar um kynsbýti ísv HM royndi at útgreina hin 8. november.
Úr teldupostinum hin 8. november:
So, tað stutta av tí langa er, at vit í starvsnevnd SSF ynskja at tryggja báðum kynum umboðan eisini á HM á stuttgeil 2016 í Kanada, sum á HM á langgeil 2017 í Budapest.
Sum er hava tveir svimjarar klárað kravtíð til HM í Kanada: Pál Joensen og Óli Mortensen. Og tað er tí nærliggjandi at vit taka út í øllum førum eitt konufólk afturat, til at koma upp á teir tríggjar svimjararnar sum FINA stuðlar okkum við fíggjarliga, um eingin afturat klárar kravtíð.
Um nú tríggir ella fleiri mannligir svimjarar klára kravtíð til HM í Kanada, so hava vit eina nýggja støðu, sum kann merkja at vit ikki taka nakað konufólk út.
Sum útgangspunkt ynskir SSF tó at stuðla og stimbra menningina av bæði okkara mannligu og kvinnuligu svimjarum, óansæð um annað kynið ikki stendur seg líka væl í mun til heimsstøðið. Og tí hella vit til at taka út svimjarar av báðum kynum, um nakar skal takast út afturat.
Til spurningarnar sum Símun setur mær beinleiðis, svaraði eg honum í morgun:
- Hvussu hava tit úttikið svimjararnar til HM í Kanada? – Sambært fráboðaðu kravtíðarskipan
- Var kappingin í Tórshavn úttøkukapping til HM? – Nei, vit høvdu sum vant ongar beinleiðis ‘úttøkukappingar’ til HM, men í staðin eitt kravtíðarskeið
- Hví verða bestir svimjarar júst nú ikki tiknir við?– Tí kravtíðarskipanin ásetur, at kravtíðarskeiðið til HMS 2016 er frá 2. desember 2015 til 20. november 2016.
Kravtíðarskipanin nú er ikki nakað nýtt og slóðbrótandi, í mun til undanfarin ár. Tað sæst til dømis við at samanbera skrivini um kravtíðarskipanirnar frá 2015 og 2016, har einasti týðandi munur er nevnda reglubrot um møguliga eyka úttøku og juniorar, umframt sjálvsagt dagførdar tíðir og dagfestingar.
ssf-kravtidir-til-njm_nm_ems-2015.pdf
ssf-kravtidir-til-njm_nm_hms-2016.pdf
Tað er gott og neyðugt at fáa afturmeldingar, og tað serliga um tær koma í góðari tíð, og áðrenn tað endar sum nú í og undir greinini á Norðoya Portalinum, við at úttikin og ikki-úttikin verða viðgjørd alment við navni. Her haldi eg at fleiri av hesum annars skilagóðu monnum gloyma, at talan er um rættiliga ung menniskju.
Vit í Svimjisambandinum kunnu ikki annað enn royna at gera eina so fræga kravtíðarskipan sum gjørligt, út í frá teimum førleikum sum vit hava og teimum afturmeldingum sum vit fáa, og so annars at halda okkum til tekstin. Eg tori ikki at hugsa um hvussu skilið hevði verið, um vit fyrst høvdu ásett eitt kravtíðarskeið, fyri síðani nú at hava tikið út sum um at stevnan í Havn var úttøkustevnan.
Við svimjikvøðu
Rókur