Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil, sum verður í Windsor í Kanada frá týsdegi 6. til sunnudag 11. desember 2016
- Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
- Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
- Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag
Ferðaleiðarar verða Anita Ryggshamar Nysted og Rókur í Jákupsstovu
Venjari verður Jón Bjarnason
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur í Jákupsstovu