Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2016

Svimjisamband Føroya hevði fríggjakvøldið hin 21. oktober 2016 sín árliga aðalfund, í ÍSF-húsinum í Gundadali. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av nevndarlimum, har Katrin H. Sørensen og Sørin S. Djurhuus stóðu fyri vali, umframt formaðurin Rókur í Jákupsstovu. Øll trý vórðu afturvald.

20161021dsc05780

Starvsnevndin hevði sum innkomið mál, at broyta reglugerðina so at aðalfundurin stendur at skula vera í oktober heldur enn september, og at uppskot til starvsnevndarlimir skulu fráboðast áðrenn aðalfundin. Hetta varð samtykt.

Starvsnevndin hevði hartil sum innkomið mál, at fastleggja nær FM á stuttgeil og langgeil skulu vera, sum avtalað við feløgini á eyka kalendarafundi hin 24. september. Hetta uppskot varð tó eftir umrøðu á aðalfundinum trekt aftur, fyri so beint aftaná aðalfundin at verða samtykt av starvsnevndini, sum ískoyti til Reglugerð fyri Meistarastevnur.

Annars er tað jaliga at siga frá aðalfundinum, at roknskapurin fyri fyrstu ferð í nú skjótt nøkur ár hevur fingið positiva eginogn. Hetta var roknskapurin fyri kalendaraárið 2015, tá ið altjóða puljan kom afturat, sum síðani er farin ‘í stóra pott’ hjá ÍSF.

Formansfrágreiðingin er viðfest: ssf-adalfundur-2016-fragreiding

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Felagsskapur. Bookmark the permalink.