Í morgun fór eitt ferðalið úr Vágum til Keypmannhavnar, at flúgva víðari til Budapest og síðani koyra suður til Hódmezővásárhely í Ungarn, har Evropeiska JuniorMeistarastevnan í svimjing byrjar nú mikudagin hin 6. juli 2016.
Teir 7 svimjararnir eru:
- Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir
- Jana Bjartalíð Thomsen (2000), Ægir
- Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
- Signhild Dánjalsdóttir Joensen (2000), Ægir
- Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
- Marius Ihlen Gardshodn (1998), Havnar Svimjifelag
- Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag
Hartil er Katrin Hofgaard Sørensen við sum ferðaleiðari, og Jón Bjarnason sum venjari.
Føroyska liðið skal búgva í einum býi nærhendis Hódmezővásárhely, kallaður Szeged. Hetta tí at tað vóru so fá hotel í býnum har EJM er, at nógv lið máttu taka til takkar við hendan triðstørsta býin í Ungarn, sum liggur skamt frá.
Kappingin byrjar sum nevnt mikudagin, og heldur so áfram til og við sunnudagin.
Her er ein video við ungarsku hetjuni Dániel Gyurta, úr Hódmezővásárhely.