Undirritaði hevur í dag sent viðfesta skriv til tey bæði sum eftir eru í starvsnevnd ÍSF, um støðuna í Ítróttasambandi Føroya, nú upp undir aðalfundin 20. mai 2016.
Til tykkum sum ikki vita hetta, so hava 13 sersambond valt at bevíst útíhýsa tey seinastu 3 frá tveimum felagsfundum, til at finna nýggja starvsnevnd, og sum vit skilja tað eisini til at avtala sínámillum, at vilja samtykkja nógv umrødda uppskotið til nýggjan býtislykil.
Vit trý onnur sersambond frættu um hetta aftaná at fyrsti fundur hevði verið, men skiltu eisini skjótt at vit ikki vóru ynskt á hesum fundum. Frættu at uppskot høvdu verið frammi til nýggjar starvsnevnd, men fingu at vita at vit ikki kundu fáa at vita nøvnini, fyrr enn tey 13 høvdu havt sín næsta felagsfund, týskvøld sum uppskot til aðalfundin skuldi vera inni fríggjakvøld.
Og mikudagin fingu vit so fráboðan frá teimum, at tey vildu velja Elina Heðinsdóttir Joensen til nýggjan forseta, og trý onnur av sínum í starvsnevndina. Og vit uttanfyri hava so sett tvey onnur uppskot fram, meðan eitt afturat er komið frá teimum, til tey fimm plássini sum við forsetanum eru í starvsnevnd ÍSF.
Nú fáa vit at síggja hvussu leikur fer, tá ið aðalfundurin verður, næsta fríggjadag. Men vit trý útifrystu hava sjálvsagt lítlar vónir, nú vit sum ‘andstøða’ ikki ein gang verða bjóðað á hesar fundir, sum koma at avgera nýggja ÍSF.
Hetta er tað sum tey trettan meina við, tá ið tey siga “demokrati”. Og vit í SSF kunnu tí ikki annað enn at fyrihalda okkum til støðuna, og lodda dýpið í okkara egna felagsskapi, til at betur at kunna taka støðu til hvat vit skulu gera, nú ÍSF eftir øllum at døma verður ein felagskapur ið so vítt gjørligt ikki ynskir okkum á fund.
Um nakar ivast, so hava vit í Svimjisambandinum ongan trupulleika við at fara á fund við starvsnevnd ÍSF ella hini sersambondini. Og tí hava vit eisini sett hetta ynskið fram, fyrst saman við Flogbóltssambandinum til starvsnevnd ÍSF í desember 2015, og síðani eisini saman við Hondbóltssambandinum til starvsnevnd ÍSF og allan felagsskapin.
Men hesar umbønir hava verið avvístar, og vit í SSF hava so einki tilboð fingið frá ÍSF ella teimum 13, út yvir til eitt regluligt Umboðsting sum vísti seg at vera eitt eiti av einum fundi.
Sjálvur fáa hvørki eg ella næstformaðurin farið á aðalfund, við tað at hann er lagdur mitt meðan EM í svimjing er í London.
Við svimjikvøðu
Rókur