So er tað FM á langgeil 2016

Komandi vikuskifti verður FøroyaMeistarastevnan á langgeil 2016 hildin í Pálshøll í Vági, sum er fyrsta FøroyaMeistarastevna nakrantíð í 50 metra langum svimjihyli. Tað sum eisini verður kallað fyri olympisk stødd.

kapping-i-palsholl

Suðuroyingar hava veruliga spílað seg út, so at Pálshøll skuldi verða klár til hesa fyrstu meistarastevnu. Neyðugt var at keypa 12 nýggjar eltíðtakingarplátur umframt 2 at hava eyka, fyri tilsamans 300.000 krónur sum Suðuroyar Svimjifelag fekk góðar stuðlar at keypa. Hetta tí at tær gomlu vóru ov smalar til nýggju standard-breiddina sum Pálshøll hevur.

Afturat hesum hevur serliga nýggja svimjinevndin hjá Svimjisambandinum verið íðin, at fyrireika stevnuna so væl sum gjørligt, til at taka seg væl út í nýggju umstøðunum í Vági.

Tíðarætlanin er hendan:

  • Fríggjadag 11. mars – Innleiðandi riðlar frá kl 09:30 og finalur frá kl 16:30
  • Leygardag 12. mars – Innleiðandi riðlar frá kl 09:30 og finalur frá kl 16:30
  • Sunnudag 13. mars – Innleiðandi riðlar frá kl 08:30 og finalur frá kl 14:00

Sí viðfestu innbjóðing.

Startlistar og beinleiðis úrslit fara at kunna síggjast her á livetiming.se:
http://www.livetiming.se/index.php?cid=2737

Tíverri fær Pál Joensen ikki luttikið á hesi fyrstu føroyameistarastevnu á langgeil, av tí at hann sama vikuskifti skal luttaka á Edinburgh International 2016 í Skotlandi, sum liður í fyrireikingini til kvalifikatión og vónandi luttøku á Olympisku Leikum í Rio de Janeiro.

Men har verða nógvir aðrir áhugaverdir svimjarar á stevnuni, so sum lokala stjørnuskotið Sára Ryggshamar Nysted, ið væl møguligt kundi funnið uppá at sett okkurt føroyskt met, sum einstaklingur ella saman við sínum liði.

Stevnan er eftir ætlan eisini úttøkastevna til EM í London, sum verður í mai mánaða.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.