Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi 17 svimjarar til ársins Norðurlendsku Meistarastevnu og JuniorMeistarastevnu í svimjing, sum verður í Bergen í Noregi hin 11. til 13. desember 2015.

NJM 2015
Gentur
- Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir
- Barbara Debes (2000), Ægir
- Jana Bjartalíð Thomsen (2000), Ægir
- Maria Bjarnastein Antoft (2000), Havnar Svimjifelag
- Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999), Havnar Svimjifelag
- Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
- Signhild Joensen (2000), Ægir
- Súsanna Tummasardóttir (2001), Havnar Svimjifelag
- Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
Dreingir
- Marius Ihlen Gardshodn (1998), Havnar Svimjifelag
- Rói Bech (2001), Suðuroyar Svimjifelag
- Rókur Trygvason (2000), Ægir
- Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag
NM 2015
Kvinnur
- Beinta Debes (1997), Havnar Svimjifelag
- Lena Rannváardóttir (1998), Havnar Svimjifelag
- Jonna Bjartalíð Thomsen (1996), Ægir
Menn
- Eyðbjørn Joensen (1996), Suðuroyar Svimjifelag
Fylgjandi svimjarar hava eisini klárað kravtíð til Norðurlendsku Meistarastevnuna 2015, men hava valt aðrar avbjóðingar í staðin:
- Astrið Foldarskarð (1994), Havnar Svimjifelag
- Alvi Hjelm (1996), Ægir
- Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
- Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag
Astrið, Alvi og Pál fara til EM á stuttgeil í Ísrael, meðan Óli ætlar sær á altjóða langgeilastevnu.
Ferðaleiðarar til NM/NJM verða Katrin Sørensen og Sørin S. Djurhuus.
Venjarar verða Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo, høvuðsvenjari hjá Ægir, og Jón Bjarnason, høvuðsvenjari hjá Suðuroyar Svimjifelag.









You must be logged in to post a comment.