Føroyar vunnu 2 gullheiðursmerki afturat á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2015, tá ið Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag í morgun vann kappingarnar í 400 metra frísvimjing og 200 metra blandaðari svimjing, ta fyrru við nýggjum føroyskum juniormeti.
Hóast kappingin varð avgreidd í so tíðliga í morgun, so megnaðu allir føroysku luttakararnir at svimja seg til persónlig met.
Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag vann kappingina í 400 metra frísvimjing við nýggjum føroyskum juniormeti á 4:31.46, har juniormetið hjá Victoriu Wigant Eysturdal frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012 var 4:33.63. Føroyska metið er enn 4:30.47, hjá Ceciliu Wigant Eysturdal frá Reykjavík International í januar mánaða.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag svam seg í somu kapping til eitt persónligt met, tá ið hon við tíðini 4:38.47 varð nr 6 av teimum 13 sum luttóku í 400 frí. Hennara besta tíð var áðrenn hetta 4:39.23, frá Danish Open í mars mánaða.
Birni Sigvardsen úr Havnar Svimjifelag svam seg somuleiðis til eitt persónligt met, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 4:37.72. Hansara besta tíð var 4:38.76 áðrenn hetta, frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í fjør.
Rókur Trygvason úr Reysti setti stórt nýtt persónlig met, tá ið hann í 100 metra bringusvimjing svam teinin uppá 1:11.38. Hetta var ein betring uppá heili 3.2 sekund, í mun til hansara 1:14.58 frá Reykjavík International í januar mánaða.
At enda vann Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag eisini greitt gull í 200 metra blandaðari svimjing, við tíðini 2:25.85 í kapping har danska Mia Steen Duus vann silvur við 2:27.47, og finska Mia Pentti bronsu við 2:30.50. Sára eigur sjálv føroyska metið og juniormetið á 2:23.67, frá Danish Open í mars mánaða.
Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung er nú liðugt avgreidd í Jönköping, við einastandandi góðum úrsliti til føroyingar og serliga Sáru R. Nysted. Uttan at hava talt nærri eftir, so man hetta hava verið met hjá Føroyum á NMU, at kunna fara heim við 5 gullheiðursmerkjum, 2 silvurheiðursmerkjum, 3 føroyskum metum og 5 føroyskum juniormetum og persónligum metum til allan hópin.
Heiðursmerki og met til Føroyar á NMU 2015
- Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 9:23.65 og gull í 800 frí (føroyskt juniormet)
- Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (HS) 9:25.45 og silvur í 800 frí
- Sára Ryggshamar Nysted (Susvim) 59.37 og silvur í 100 frí (føroyskt met og juniormet)
- Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 5:08.00 og gull í 400 blandað (føroyskt met og juniormet)
- Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 2:07.54 og gull í 200 frí (føroyskt met og juniormet)
- Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 4:31.46 og gull í 400 frí (føroyskt juniormet)
- Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 2:24.85 og gull í 200 blandað
Næstu avbjóðingar eru fyrst Krista Mørkøre úr Ægir sum skal royna seg fyri ÍSB á HeimsMeistarastevnuni fyri brekað í Glasgow, nú 13. til 19. juli. Síðani Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Alvi Hjelm úr Ægir og Astrið Foldarskarð og Lena Rannváardóttir úr Havnar Svimjifelag sum skulu royna seg á HeimsMeistarstevnuni í Kazan hin 2. til 9. august. Síðani Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir sum skal royna seg á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Open Water í Svøríki hin 15. og 16. august. Og síðani HeimsMeistarastevnan fyri Juniorar í Singapore hin 25. til 30. august, har Sára og Vár sum luttóku nú á NMU skulu royna seg aftur fyri Føroyar.
Tey sum luttóku fyri Føroyar nú á NMU í Jönköping vóru:
- Sára Ryggshamar Nysted, Suðuroyar Svimjifelag
- Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Havnar Svimjifelag
- Rókur Trygvason, Reysti
- Birni Sigvardsen, Havnar Svimjifelag
Hartil
- Rúni Gaardbo, ferðaleiðari
- Jón Bjarnason, venjari
- Anita Ryggshamar Nysted, leiðari
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu