Starvsnevnd SSF avgjørdi á fundi í gjárkvøldið at taka út fylgjandi svimjarar til Norðurlendsku Meistarastevnuna 2015, sum verður í Jönköping í Svøríki frá 11. til 12. juli 2015.
- Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
- Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
- Birni Sigvardsen (1999), Havnar Svimjifelag
- Rókur Trygvason (2000), Reysti
Úttøkan er fyrst og fremst grundað á FINA stig rokkin í hesum ári, har vit sum undanfarin ár hava valt 500 FINA stig at vera lægstamark.

Image courtesy of Guillaume Baviere, CC BY 2.0