Úttøka til HMJ 2015 í Singapore

Starvsnevnd SSF avgjørdi í gjárkvøldið sum nakað heilt serstakt at taka út fylgjandi svimjarar til HeimsMeistarastevnuna fyri Juniorar 2015, sum verður í Singapore frá 25. til 30. august 2015.

  • Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag

Hesar báðar hava sýnt einastandandi høgt støði í hesum ári, sum hevði rokkið til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna, um bara tær vóru eitt ár eldri og harvið luku aldurstreytirnar hjá LEN.

FINA brúkar ein øðrvísi junioraldur enn LEN, sum LEN tó ætlar sær at skifta til longu í 2016.

Starvsnevnd SSF heldur tí at tær eiga at fáa hendan møguleikan, sum eina roynd, og uttan annars at taka støðu til um vit framyvir fara at luttaka á HMJ.

var-sara-lena

This entry was posted in Óbólkað. Bookmark the permalink.