Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya endurnýggjaðu í gjár stuðulsavtaluna sínámillum, at vera galdandi eisini fyri 2015. Hetta tá ið Allan Skaalum, marknaðarleiðari hjá Atlantic, og undirritaði SSF-formaður Rókur í Jákupsstovu møttust í Norðurlandahúsinum, til eitt prát og undirskriving av nýggja sáttmálanum.

Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya og Allan Skaalum, marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways. Annika í Jákupsstovu tók myndina.
Vit í SSF fegnast um avtaluna við Atlantic, sum hava stuðlað okkum fíggjarliga síðani í øllum førum 2006, og eisini praktiskt tær mongu ferðir sum vit hava haft brúk fyri hjálp í sambandi við uttanlandaferð. Stuðlar eru ein fortreyt fyri virkseminum hjá Svimjisambandi Føroya, og er tað tí kærkomið at hava ein dyggan stuðul sum Atlantic.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu