Norðurlendska svimjisambandið hevði mikudagin 28. januar sín árliga fund fyri aðalskrivarar og ítróttarstjórar, har aðalskrivararnir serliga fyrireika norðurlendska aðalfundin og kalendaran fyri komandi árið, og ítróttarstjórarnir koma við broytingaruppskotum til kappingarreglurnar.
Í ár hevði aðalskrivarin hjá okkum forfall, og undirritaði luttók tí einsamallur fyri SSF. Fundurin varð skipaður sum fyrst felagsfundur og síðani aðalskrivarar og ítróttarstjórar á hvør sínum fundi, sum so aftur endaði við einum felagsfundi har niðurstøðurnar frá hinum báðum undanfarnu fundunum vórðu lagdar fram.
Tað var sum vant ein gevandi fundur, í tí góða selskapi sum norðurlendska svimjifamiljan er.
Fyrsti felagsfundur gekk mest uppá at viðgera árið sum fór, og har í millum málið um EJM í Baku. Norðurlendingar stóðu saman um støðu Føroya í hesum máli, og eru sum so nøgd við loysnina sum nú er á veg, at Føroyar skulu kunna luttaka undir EOC flaggi.
Eitt annað mál var hækkandi gjaldið fyri at sleppa at hýsa evropeiskum meistarastevnum, sum merkir at eisini tey størru norðanlondini nú aftra seg við at bjóða seg fram. Luttakararnir á NSF-fundinum vóru samdir um at hetta ikki átti at verið so, men spurningurin er um vit fáa gjørt nakað við tað.
Á tvíbýttu fundunum luttók undirritaði á fundinum fyri aðalskrivarar, sum var mest praktisk fyrireiking til aðalfundin í mai. Áseting av ymisku tiltøkunum á kalendaranum fyri 2015, og tílíkt. Eisini var eitt umfar av frágreiðing um aktuellu støðuna hjá ymisku limalondunum.
Fundurin hjá ítróttarstjórum var týðiligvís gevandi, um dømast skal út í frá frágreiðingini aftaná. Nógv áhugaverd uppskot vóru til reglubroytingar á aðalfundinum, har tað tó eigur at nevnast at tað í síðsta enda er upp til aðalfundin í Bergen í mai, at samtykkja møguligar tillagingar.
So við fyri fyrivarni kann eg til dømis nevna, at ítróttarstjórarnir skjóta upp at taka burtur aldursavmarkingina á eldra partinum av NJM/NM, og at kalla eldra partin fyri Nordic Championships. NM verður í so fall ein rættilig Norðurlendskt Meistarastevna, heldur enn kapping fyri ‘pre-seniorar’.
Ítróttarstjórarnir ynskja eisini aldursbólkarnar broyttar, so at teir samsvara við teir nýggju hjá LEN (og FINA?). Tað vil siga tríggir árgangir í juniorbólkinum – heldur enn tveir – og nokkso áhugavert skjóta ítróttarstjórarnir upp at unglingabólkurin undir junioraldur verður tilsvarandi tríggir árgangir, við einum yvirlapp (!). Tað vil siga, at elstu árgangir til NUM eisini hava aldur til NJM, sama árið.
Hartil skjóta ítróttarstjórarnir upp at hava NJM í Open Water afturat verandi NM, altso á somu stevnu. Eitt ávíst kjak stóðst av hesum, við tað at teinarnir á NM eru 5 og 10 km sum á EM, meðan EJM er 7.5 km, umframt 5 km fyri ungdómar. Sviar tordu ikki at lova at tey kunnu skipa fyri einari kapping afturat nú í summar, afturat hinum teinunum og stytri tein fyri motiónistar, so rákið var mest til at lata juniorarnar kappast á 5 km á NJM. Um altso aðalfundurin samtykkir reglubroytingarnar.
Runt fundirnar vóru ymisk festlig tiltøk, so sum ein vitjan i Bláu Lónini, og morgunsvimjing í Laugardalslaug. Næsti fundur í norðurlendskum høpi, er aðalfundurin í Bergen í mai.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur