Fylgjandi skriv varð sent formonnum og venjarum í føroysku svimjifeløgunum í gjár
Góðu tit
Her eru kravtíðirnar til NJM/NM 2014, og til HMS 2014.
Skipanin er tann sama sum undanfarin ár, við somu prosentsatsum sum til NJM/NM 2013 og HMS 2012.
Sum heild eru kravtíðirnar blivnar eitt sindur lættari, nú, av tí at støðið á veikastu heiðursmerkjatíð lækkaði bæði á NJM/NM 2013 og á HMS 2012, í mun til undanfarnar stevnur.
Hinvegin ætla vit ikki at taka út eyka ‘wild card’ svimjarar, sum til NJM/NM í Føroyum, og HMS í Doha verður avmarkað til teir max 3 svimjararnar sum FINA gevur fíggjarligan stuðul til, har minst 1 skal vera av hvørjum kyni.
Við fyrivarni fyri prentvillum.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu